Talgild undirskrift við Samleikanum

Prísir

Undirskriftir / ár Kostnaður / undirskrift
Prísinterval Marginalkostnaður
0 - 120 29,95 kr.
121 - 500 18,95 kr.
501 - 1000 16,80 kr.
1001 - 1500 15,60 kr.
1501 - 2000 15,00 kr.
2001 - 2500 14,00 kr.
2501 - 3000 13,00 kr.
3001 - 3500 12,00 kr.
3501 - 4000 11,00 kr.
4001 - 4500 10,00 kr.
4501 - 5000 9,00 kr.
5001 - 5500 8,00 kr.
5501 - 6000 7,00 kr.
6001 - 6,50 kr.
* Prísir galdandi frá 15/11/2022
** Prístalsjavnað 3% árliga (frá 1/1/2025)

Ofta settir spurningar

1. Tú stovnar tær avtalu og brúkara. Hetta kanst tú gera her.

2. Tú ritar inn og fært atgongd til at stovna undirskriftarumbønir og skjalagoymslu.

3. Tú sendir undirskriftarumbøn við at heinta skjal, og velja móttakara og senda avstað.

4. Tá skjalið so er undirskrivað, kanst tú taka undirskrivaða skjalið niður og brúka eftir tørvi.

Ein avtala kann innihalda ein ella fleiri brúkarar, og kann ein brúkari ikki rita inn uttan at vera knýttur at einari ella fleiri avtalum. Brúkarar í einari avtalu kunnu hava ymisk rættindi. Undirskriftarumbønir hoyra altíð til eina avtalu, og kunnu tær deilast millum brúkarar í avtaluni. Navnið á fyritøkuni hóskar væl, sum navn á avtaluni, har starvsfólk eru brúkarar. Skipanin loyvir ikki at deila upplýsingar millum avtalur.

Nei. Tá tú fær eina undirskriftarumbøn, fært tú ein teldupost við leinki, ið leiðir teg beinleiðis inn á undirskriftarumbønina. Ikki er neyðugt við hvørki avtalu ella brúkara.

Ja. Fyri at stovna og senda undirskriftarumbøn er neyðugt við avtalu og brúkara. Hetta kanst tú stovna her.

Sjálv undirskriftin verður goymd trygt í PDF-fíluni, sum verður undirskrivað.

Øll undirskrivað skjøl verða sjálvvirkandi strikað eftir umleið 90 dagar. Tað er ábyrgd hjá kundanum at taka undirskrivaðu skjølini niður í góðari tíð, áðrenn tey verða strikað á Skriva. Hetta tryggjar, at kundin hevur øll neyðug skjøl goymd samsvarandi egnum galdandi reglum og ásetingum. Vit gera hetta fyri at lúka krøvini í dátuverndarlógini, sum ásetur, at upplýsingar ikki verða goymdar á Skriva, longri enn neyðugt.